Víkingur nýtt oddalið

Víkingur nýtt oddalið
Suðuroyaliðið misti fyrstu stigini og føroyameistararnir greiddu sína skyldu. Her eru úrslitini í 3. umfari.
 
09.04.2017 - 18:06

Víkingur greiddi sína skyldu við at vinna 1-0 á heimavølli móti Skála. Sorin Anghel skeyt einasta málið í dystin eftir ein góðan tíma og hann tryggjaði sostatt føroyameistarunum sigurin og oddasessin í deildini.

Í Fuglafirði spældu ÍF og HB málleysan javnleik. Liðini áttu hvør sín hálvleik og serliga seinastu løtuna legði HB stórt trýst á ÍF málið.

Sundalagsmenn hava vunnið sín fyrsta sigur, og eru samstundis fyrstir at taka stig frá Suðuroyaliðnum. Dysturin við Margáir sá leingi út til at enda við javnleiki, men 10 minuttir fyri leiklok tryggjaði Arnar Dam sundalagsmonnum ársins fyrsta sigur. 

KÍ fekk øll stigini við sær heim úr Sørvági, har teir vitjaðu 07 Vestur. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá ið Jóanes Bjartalíð legði gestirnar á odda. Leiðslan hjá gestunum helt sær heilt til dystarlok, eisini hóast 07 Vestur legði stórt trýst á KÍ-málið. Í staðin fyri útjavnandi mál til 07 Vestur, staðfesti Páll Klettskarð KÍ-sigurin í evstu løtu.

Fimti dysturin í triðja umfari varð avgreiddur leygardagin, tá ið B36 og NSÍ spældu 2-2 javnleik í Gundadali.

 

ÍF - HB 0-0


Víkingur - Skála
1-0    Sorin Anghel 56'

EB/Streymur - Suðuroyaliðið
1-0 Arnar Dam 80'

07 Vestur - KÍ
0-1 Jóanes Bjartalíð 1'
0-2 Páll Klettskarð 90'

B36 - NSÍ 2-2 
0-1    Petur Knudsen 31'
0-2    Klæmint A. Olsen 35' br.
1-2    Róaldur Jakobsen 45' br.
2-2    Patrik Johannesen 61'


Støðan í EFFO-deildini, nú øll liðini hava spælt tríggjar dystir:

1 Víkingur 7
2 Suðuroyarliðið 6
3 HB 5
4 5
5 ÍF 4
6 EB/Streymur 4
7 B36 3
8 Skála 2
9 NSÍ 2
10 07 Vestur 0

Komandi dystirnir á skránni eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar skírishósdag:

ÍF - KÍ
B36 - Víkingur
HB - EB/Streymur
NSÍ - Suðuroyaliðið


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. september
Bolero - Antonin Dvorak.
181370
Sunnudag 29. september
Guðstænasta í Sørvágs kirkju
181367
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172