Kringvarpið fær nýggjan stjóra

Kringvarpið fær nýggjan stjóra
Dia Midjord hevur boðað Kringvarpsstýrinum frá, at hann gevst sum kringvarpsstjóri, tá fimm ára skeiðið er runnið í summar
 
19.04.2017 - 12:25

Kringvarp Føroya skal hava nýggjan stjóra. Stýrið fyri Kringvarpið lýsir ídag eftir stjóra til stovnin at byrja 1. august.

Tá hevur Dia Midjord verið stjóri í fimm ár. Hann var áramálssettur í fimm ár.

Vil ikki siga, hví hann ikki heldur fram

Dia Midjord hevur boðað Kringvarpsstýrinum frá, at hann gevst sum kringvarpsstjóri, tá fimm ára skeiðið er runnið, 31. juli.

Dia Midjord, sum fyllir 50 ár í juni, vil í løtuni ikki greiða frá, hví hann ikki hevur hug at halda fram sum stjóri fyri Kringvarp Føroya.

Starvið sum stjóri fyri Kringvarpið er áramálssett í fimm ár. Starvið er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Afturat hesum verður latin ein iviðbót fyri áramálssetan. 

Nýggi stjórin byrjar 1. august

Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya. Sambært lýsingini skal stjórin vera savnandi, myndandi og skal ganga á odda fyri stovnin.

Stjórin skal hava viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving, innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti og greiða fatan av public service uppgávum Kringvarpsins.

Eisini skal stjórin megna at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Freistin at søkja stjórastarvið er 19. mai, og nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491