Umhvørvisárinini viðgerast á ráðstevnu

Umhvørvisárinini viðgerast á ráðstevnu
Havstovan skipar í kvøld fyri ráðstevnu, her veður- og havfrøðiligu broytingarnar í havinum millum Føroyar og Grønland verða viðgjørdar
 
19.04.2017 - 10:50

Í kvøld verður ráðstevna á Havstovuni um veðurfrøðiligar og havfrøðiligar broytingar í havøkinum millum Føroyar og Grønland og ávirkanina á plankton og fisk.

Í 2013-2015 játtaði danska stjórnin 10 milliónir krónur til hesi granskingarevni. Umboð fyri Havstovuna, grønlendska náttúruvísindastovnin, DTU og Aarhus Universitet hava skipað granskingararbeiðið.

Havstovan hevur staðið fyri leiðslu og umsiting av granskingarprogramminum. Fimm granskarar hava arbeitt við hvør sínum evni, og nú arbeiðið er um at vera liðugt, verður tikið samanum.

Eisini halda aðrir granskarar á Havstovuni fyrilestrar, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162