Tað koyrir væl hjá suðuroyingum

Tað koyrir væl hjá suðuroyingum
Eftir sigur á B36 er TB/FCSuðuroy/Royn aftur oddalið í landskappingini í fótbólti
 
23.04.2017 - 18:00

Fimta umfar í Effodeildini er avgreitt, og samanlagda liðið úr Suðuroy hevur aftur lagt seg á odda í landskappingini, eftir at Víkingur og KÍ spældu javnleik, 2-2. 

Suðuroyingarnir vunnu 3-2 á B36 eftir at hava verið aftan fyri 0-2. Patrik Johannesen legði gestirnar á odda bæði 0-1 og 0-2, men so minkaði Jón Krosslá Poulsen um munin og javnaði til 2-2, meðan Poul Ingason skoraði sigursmálið hjá heimaliðnum.

Í Gøtu legði KÍ seg odda, tá Fróði Benjaminsen var óheppin og beindi bóltin í egið mál. Men hann gjørdi tað gott aftur lítla løtu seinni, tá hann javnaði fyri Víking. Síðani legði Atli Danielsen KÍ á odda 1-2, og í tíðini, sum dómarin legði afturat, javnaði Adishina Lawall fyri Víking til 2-2.

NSÍ vann 1-0 á HB, hóast runavíkingar spældu við monnum allan seinna hálvleik, eftir at Einar Tróndargjógv varð vístur av vølli. Klæmint A. Olsen skoraði einasta málið í dystinum. 

Við Margáir setti heimaliðið seg á dystin og hevði alt spælið, men 07 Vestur vann dystin 0-2 við málum frá Ken Fagerberg og Jákupi S. Olsen.

Leygardagin spældu Skála og ÍF á Skála, og tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.

Støðan í Effodeildini eftir fimm umfør: 

Lið Stig
TB/FCS/Royn     12
Víkingur     11
KÍ      7
NSÍ      6
HB      6
07 Vestur      6
ÍF      5
B36      4
EB/Streymur      4
Skála      3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751