Løgmaður: Fiskiloyvi ikki seld

Løgmaður: Fiskiloyvi ikki seld
Aksel V. Johannesen vísir aftur atfinningum frá tingmanni, ið finst at løgmanni, ið seldi partabrøv í einum partafelag fyri 15 árum siðani
 
01.05.2017 - 09:20

Løgmaður heldur fast um, at tað var søla av partabrøvum, og ikki av fiskiloyvum, tá hann í 2002 seldi síni partabrøv í P/f Klakki, sum eigur línuskipi Klakk. Tað sæst í brævi frá løgmanni til landsstýrismálanevndina.

Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, ið hevur kært Aksel V. Johannesen, løgmann, til landstýrismálanevndina, tí hann vil vera við, at løgmaður hevur satt ósatt fyri tinginum, tá hann svaraði fyrispurningi um søluna av partabrøvunum í P/f Klakki.

Í svarinum til landsstýrismálanevndina, sum advokaturin hjá løgmanni hevur skrivað, verður hildið fast um tað, ið løgmaður segði í tinginum, at søla løgmans av partabrøvum sínum í P/f Klakki í 2003 var ein partabrævasøla, og tí ikki á nakran hátt kann sigast at vera ein søla av fiskirættindum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221