Peningur markast til nýggja skúlan

Peningur markast til nýggja skúlan
Í íløgukarminum fyri árini 2018, 2019 og 2020 eru 16 milliónir krónur til nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík
 
01.05.2017 - 09:57

Samgongan heldur seg til íløgukarmin og tekur tí ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at lata 18 milliónir krónur til nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Sambandsflokkurin mælir til at játta hálva millión í ár, 8,5 milliónir næsta ár og níggju milliónir í 2019. Klaksvíkar kommuna hevur játtað at lata aðrar 18 milliónir til byggingina. 

Mentamálaráðið hevur saman við øðrum fyrireikað byggingina í Klaksvík síðani 2013. Minnilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751