Soleiðis verður arbeiðaradagurin hildin um landið

Soleiðis verður arbeiðaradagurin hildin um landið
Altjóða arbeiðaradagurin verður í dag hildin og markeraður í Tórshavn og Vestmanna
 
01.05.2017 - 11:21

Atljóða arbeiðaradagur er í dag. Í Havn skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. mai dagshaldi á Vaglinum, tiltakið byrjar klokkan 17.

Røðarar í ár verða Jørleif Kúrberg ferðaleiðari, Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, og Kári Johansen, arbeiðsmaður.

Havnar Hornorkestur spælir. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvi í húsum felagsins á Tinghúsvegnum 7 til ein drekkamunn.

Halda eisini dagin í Vestmanna

Tey, sum eisini vilja vera við til 1. mai-haldið í Vestmanna, fáa tíð til at koyra til Vestmannar at hátíðarhalda dagin har.  Í Vestmanna verður 1. mai dagshald á Reyða Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 17.

Í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.

Røðarar verða Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag, Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.

Vestmanna Hornorkestur spælir. Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn í felagshølunum beint við Torgið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906