Vatnbreytin skjótt liðug

Vatnbreytin skjótt liðug
Børn og barnslig fólk í høvuðsstaðnum kunnu so smátt byrja at gleða seg
Svimjihøllin í Gundadali fær nú eina vatnbreyt. Arbeiðið verður væntandi liðugt um 14 dagar.
Mynd: torshavn.fo  
 
01.05.2017 - 10:15

Arbeiðið, at seta upp vatnbreytina í Svimjihøllini í Gundadali, gongur væl, og breytin verður væntandi klár at brúka miðskeiðis í hesum mánaðinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Vatnbreytin verður 72 metrar lang, og ein lítil vatnbreyt verður eisini sett upp til smærri børn. Samlaða verkætlanin kostar góðar 3,6 milliónir krónur.

Umleið 500 fólk vitja hvønn dag Svimjihøllina í Gundadali, um summarið tó nakað væl fleiri fólk, tá útivið 800 fólk brúka svimjihøllina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112