31 fleiri nýggj akfør skrásett í ár

31 fleiri nýggj akfør skrásett í ár
161 nýggir persónbilar vórðu skrásettir í apríl, 42 færri enn sama mánað í fjør
 
06.05.2017 - 13:39

Tað, sum er farið av hesum árinum, hevur Akstovan skrásett tilsamans 884 nýggj akfør, tað eru 31 fleiri enn somu tíð í fjør.

646 nýggir persónbilar vórðu skrásettir frá januar til apríl, tað eru 21 færri enn somu mánaðir í fjør. 

Í apríl skrásetti Akstovan tilsamans 224 nýggj akfør, 23 færri enn í apríl í fjør. Av hesum vóru 161 persónbilar. Tað eru 42 færri enn sama mánað í fjør.

70 brúkt akfør eru skrásett í ár, sjey fleiri enn somu tíð í fjør. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938