Tørvur á hagtølum í ferðavinnuni

Tørvur á hagtølum í ferðavinnuni
Í fyrstu syftu er neyðugt at vita, hvussu mong ferðafólk koma til landið, sigur arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt álit um ferðavinnuna
 
06.05.2017 - 11:49

Tørvur er á fleiri hagtølum í ferðavinnuni. Eitt nú vita vit ikki, hvussu nógv ferðafólk koma til landið, og hvaðani tey koma.

Heldur ikki vita vit nógv væl, hvussu nógv skipanin við Airbnb verður nýtt í Føroyum.

Tað stendur í álitinum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit og tilmæli um ferðavinnuna, og sum varð latið uttanríkis-og vinnumálaráðnum í gjár.

Sagt verður, at í fyrstu syftu er neyðugt at vita, hvussu mong ferðafólk koma til landið. Tað er avgerandi fyri at kunna fylgja við vøkstrinum í ferðavinnuni.

Tvey portur

Av tí at tað bara eru tvey portur inn til Føroya, er tað luftfalsliga lætt at skráseta ferðafólk, sum koma til landið. 

Smyril Line hevur longu neyv hagtøl av útlendskum ferðandi, og hvaðani tey koma, men eftir at fáa hagtøl frá flogferðsluni.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at Vága floghavn fær ábyrgdina av seta í verk skipan á flogvøllinum, sum tryggjar, at øll ferðafólk verða skráset, tá tey koma og fara um flogvøllin.

Hetta kann gerast sum innbygdur partur av check-in-skipanini, har ferðafólkið upplýsir tjóðskap í sambandi við fráferð.

Setast í verk næsta ár

Mælt verður til, at skipanin verður fyrireikað beinanvegin, og at Samferðslumálaráðið og Vága floghavn fáa ábyrgd av henni.

Nýggja skipanin skal setast í verk í 2018. 

Arbeiðsbólkurin mælir til, at Vága floghavn, sum er landsfyritøka, skal fíggja kostnaðin at savna hagtølini inn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213