Eftirlitið má herðast

Eftirlitið má herðast
Um farið verður frá fiskidagaskipanini til eina kvotaskipan, má meir peningur setast av til eftirlit, sigur Vørn
Brimil er einasta skipið hjá Vørn, sum hevur eftirlit alt árið
 
25.05.2017 - 09:37

Tað fer at kosta onkustaðni millum 10 og 20 milliónir krónur afturat um árið at hava eftirlit við fiskiskapinum, tá broytingarnar í fiskivinnunýskipanini eftir ætlan koma í gildi á nýggjárinum.

Tað metir Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sum serliga væntar munandi eftirlitisarbeiði, tá kvotuskipanin avloysir fiskidagaskipanina.

Tað er serliga avbjóðingin við útblaking, sum krevur eftirlit.

Í dag hevur Vørn bara tríggjar manningar til Brimil og Tjaldrið. Brimil siglir alt árið - men Tjaldrið liggur helvtina av árinum.

Sambært Elmari Højgaard er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum nøktandi eftirliti við eini komandi kvotuskipan, at bæði skipini sigla alt árið. Stjórin manglar tí eina manning til Tjaldrið.

Men hóast manningin skuldi komið, so er Tjaldrið eitt somikið gamalt skip, at átrokandi neyðugt er við einum avloysaraskipi.

41 ára gamla Tjaldrið liggur bundið við kei helvtina av árinum, og átrokandi neyðugt er við einum avloysaraskipi, sigur Elmar Højgaard.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938