USA harmast lekan av loyniligum upplýsingum

USA harmast lekan av loyniligum upplýsingum
USA harmast og fordømir lekan av loyniligum upplýsingum í sambandi við kanningina av yvirgangsatsóknini í Manchester Arena mánakvøldið
 
27.05.2017 - 10:17

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, sum hevur havt fund við bretska starvsfelagan, Boris Johnson.

- Vit átaka okkum fulla ábyrgd og harmast sjálvandi tað, sum hevur hent, segði Tillerson á tíðindafundi í London.

USA er lekin

Eitt lítið samdøgur eftir hendingina í Manchester komu loyniligar upplýsingar fram í amerikansku pressuni.

Sostatt vóru tað ikki bretskir myndugleikar, sum í fyrstu atløgu kunngjørdu navnið á 22 ára gamla, Salman Ramadan Abedi, sum verur hildin at hava skipað fyri atsóknini. Bretski innanríkisráðharrin, Amber Rudd, fanst alt fyri eitt at lekanum.

Seinni vísti New York Times loyniligar myndir av granatpettum, sum vóru funnin í forhøllini í Manchester Arena, har Abedi sprongdi seg sjálvan í luftina.

Ivasamt samstrarv

Tað fekk borgarstjóran í Manchester, Andy Burnham, at siga, at Bretland tordi ikki at lata amerikanarum upplýsingar um yvirgangsatsóknina.

Samstarvið er kortini tikið uppaftur, eftir at USA hevur vissað Bretland um, at ongar upplýsingar skulu leka í framtíðini.

Atsóknin í Manchester kravdi 22 mannalív.

Bretskir myndugleikar stúra fyri fleiri atsóknum, og tí er trygdin í landinum hækkað upp í hægsta stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659