Endaliga atkvøðugreiðslan verður í dag

Endaliga atkvøðugreiðslan verður í dag
Tingið fer í dag endaliga at atkvøða um ætlaðu broytingarnar, ið hava til endamáls, at kirkjan sjálv ger av, um hon signar borgarliga vígd samkynd
Løgtingið fer í dag endaliga at atkvøða um ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, sum hava til endamáls, at kirkjan sjálv ger av, um hon signar borgarliga vígd samkynd
 
30.05.2017 - 07:57

Triðja viðgerð verður á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og hjúnabandslógin er fyrsta mál á skránni. Við aðru viðgerð varð uppskotið samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Sambært uppskotinum hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, verður grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini broytt soleiðis, at kirkjan sjálv ger av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd. 

SÍ EISINI Bispur og prestar eru ósamdir um hjúnabandslógina

Samgongumboðini í mentanarnevndini tóku undir við uppskotinum. Tey søgdu í álitinum, at lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa síni egnu innaru viðurskifti.

Minnilutin, Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, mælti frá at samtykkja uppskotið, og minnilutin, Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, mælti staðiliga frá at samtykkja tað. 

Tá málið varð til aðru viðgerð, varð roynt at fáa tað aftur í nevnd, og Jenis av Rana í Miðflokkinum og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum skutu eisini upp at hava fólkaatkvøðu um málið. Bæði uppskotini fullu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107