Bíða til næstu tingsetu

bannari
Bíða til næstu tingsetu
Best er at bíða við fiskivinnunýskipanini til næstu tingsetu, heldur Meginfelag útróðrarmanna
 
22.06.2017 - 08:06

Best er at bíða við fiskivinnunýskipanina til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag, og útseta gildiskomuna í eitt ár í staðin fyri at hurla málið gjøgnum Løgtingið nú. - Tað er óðamannverk. 

Tað sigur Meginfelag útróðrarmanna í viðmerking til Vinnunevndina hjá Løgtinginum, sum viðger tey trý uppskotini um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir nýggjár.

So nógvar óvissur, og so nógvir ósvaraðir spurningar eru, at tað er bæði óforsvaligt og ábyrgdarleyst at skunda málið ígjøgnum. 

Nógvar ítøkiligar óvissur

Útróðrarmenn mæla til, at nýggj fiskivinnunýskipan kemur í gildi 1. januar 2019 í staðin fyri 2018. Og at málið verður reist aftur í næstu tingsetu.  

Meginfelagið nevnir nógvar ítøkiligar óvissur í uppskotinum hjá samgonguni, og tað hevur viðmekingar um ymiskt í lógaruppskotinum, serliga um uppboðssøluna. 

Felagið spyr eisini, hví innhaldið í teimum kanska 100 kunngerðunum, sum landsstýrismaðurin skal gera, skal dyljast sum mansmorð, áðrenn lógin er samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595