Telduálop spjaðir seg kring allan heimin

Telduálop spjaðir seg kring allan heimin
Ein røð av fyritøkum og arbeiðsplássum úti í heimi eru raktar av telduálopum. Bæði Mærsk og kjarnorkuverkið í Tjernobyl hava teldutrupulleikar
Eitt risastórt telduálop spjaðir seg kring allan heim. Talan er um sokallað "ransomware", sum eitur Petya, og sum misnýtir eitt hol í Windows-skipanini
 
28.06.2017 - 12:39

Eitt risastórt telduálop spjaðir seg kring allan heim. Talan er um sokallað "ransomware", sum eitur Petya, og sum misnýtir eitt hol í Windows-skipanini. Ein long røð av fyritøkum hava, sambært Computerworld, boðað frá, at teirra KT-skipanir hava fingið skaða.

Millum annað eru havnamyndugleikarnir í risastórum havnum sum New York, Rosaria í Argentina og í Rotterdam raktir eins og almennar KT-skipanir í Eystureuropa og vinnuskipanir hjá m.a. Mærsk Tankers, russiska oljurisanum Rosneft og mongum øðrum.

Russiska trygdarfyritøkan Kaspersky heldur, at eini 2000 fyritøkur og feløg kring allan heim eru rakt av álopinum. Tey flestu raktu eru í Russlandi og Ukraina, har fleiri orkuverk eru steðgað at virka, eins og fleiri bankar eru raktir.

Tjernobyl eisini rakt

Ukrainska Innanríkisráðið sigur, at hetta álopið er tað størsta í landsins søgu, og har siga tey, at endamálið við álopinum er at "destabilisera fíggjarstøðuna" í landinum.

Telduálopið gav eisini eftirlitsskipanini, sum mátar stráling á niðurbrædda kjarnorkuverkinum, Tjernobyl, trupulleikar. Mærsk Tankers er sum nevnt sera illa rakt, og danski vinnumálaráðharrin, Brian Mikkelsen sigur við DR, at álopið er serstakliga álvarsligt.

- Eg haldi næstan, at hetta er fíggjarligur yvirgangur, tí hetta kann lemja vælvirkandi fyritøkur og kosta mong arbeiðspláss, fáa vit ikki bilbukt við tað, sigur hann. Fleiri fyritøkur í Danmark eru raktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423