Tænastuboðini eru nú givin

Tænastuboðini eru nú givin
Prestarnir í Føroyum hava nú fingið tænastuboð frá bispi um ikki at signa borgarliga vígd hjún
 
29.06.2017 - 16:02

 Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni, folkakirkjan.fo, har boðini vórðu løgd út á middegi, út, stendur: 

"Sóknarprestunum/prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum."

Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, til onnur boð verða givin, stendur í brævinum frá bispi, sum er lagt á heimasíðuna hjá fólkakirkjuni.

SÍ EISINI Ikki heimild at geva tænastuboð

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur í brævi til biskup sagt, at danska signingarritualið frá 1938 er galdandi í føroysku fólkakirkjuni, tí danskt og føroyskt mál eru, sambært heimastýrislógini, javnsett.

"Og av tí óivasamt er, at danska ritualið er løggilt at galda í Føroyum, ber ikki biskupi til at geva tænastuboð um ikki at nýta tað," skrivar landsstýriskvinnan til Jógvan Fríðriksson, biskup.

Politiska skipanin løggildar ritual í kirkjuni, sigur landsstýriskvinnan. Biskupur kann ikki gera nakað, sum í verki merkir at taka eitt løggilt ritual av. Heldur ikki fyribils, slær Rigmor Dam fast í skrivinum til biskup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303