Sleppur ikki at hava hundin til Føroya

Sleppur ikki at hava hundin til Føroya
Staffordshire Bull Terrier er á listanum frá 2004 við hundasløgum, sum ikki eru loyvd at innflyta til Føroya
Hesin hundurin, Staffordshire Bull Terrier, er á listanum við hundasløgum, sum ikki eru loyvd at innflyta til Føroya
 
25.07.2017 - 09:26

Allir hundar eru ikki vælkomnir í Føroyum.

Hundar, sum verða mettir at vera vandamiklir, sleppa ikki inn í landið, heldur ikki við undantaksloyvi.

Heilsufrøðiliga starvsstovan noktaði at geva innflutningsloyvi til ein hund av slagnum Staffordshire Bull Terrier.

Avgerðin varð kærd til Vinnukærunevndina, sum staðfesti avgerðina hjá Heilsufrøðilgu starvsstovuni.

Fekk starv í Føroyum

Kærarin vildi innflyta hundin, tí hann fekk boðið starv í Føroyum, og ætlaði at flyta til Føroya. 

Staffordshire Bull Terrier er á listanum frá 2004 við hundasløgum, sum ikki eru loyvd at innflyta til Føroya.

23 hundasløg eru í tí listanum.

Vinnukærunevndin er samd við Heilsufrøðiligu starvsstovu um, at Staffordshire Bull Terrier kann vera vandamikil fyri djór og menniskju. 

Tí verður undantaksloyvi ikki latið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028