Ógreitt um Bakkafrost krevur endurgjald

Ógreitt um Bakkafrost krevur endurgjald
Samskifti er millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Bakkafrost í málinum um listeria-bakteriuna
 
08.08.2017 - 07:40

Eingin avgerð er tikin enn, um Bakkafrost fer at krevja endurgjald fyri mista inntøku, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan tann 23.juni noktaði at geva Bakkafrosti heilsuváttan fyri laks, sum skuldi til Russlands.

Listeria-bakteria var staðfest í laksinum. Tí vildi Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki loyva honum at fara til Russlands. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallaði fríggjakvøldið tann 23.juni allar heilsuváttanir, sum vórðu latnar Bakkafrosti  frá 19.juni at flyta laks til Russlands. Útflutningurin til Russlands varð steðgaður fyribils. 

Avgerðin ólóglig

26.juni boðar advokaturin hjá Bakkafrosti, Christian Andreasen, Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum frá, at avgerðin hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni er ólóglig.

Hann boðar frá, at Bakkafrost ætlar at krevja endurgjald frá ráðnum og Heilsufrøðiliga starvsstovuni fyri fíggjarliga tapið, sum Bakkafrost hevur av avgerðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at steðga útflutninginum til Russlands.

Christian Andreasen sigur, at eingin avgerð er tikin enn um endurgjald. 

Bakkafrost hevur støðugt samskifti við Heilsufrøðiligu starvsstovu um málið, sigur hann, dialogur er millum partarnar.  

Vinnumálaráðið er við í málinum, tí tað tann 25.juni staðfesti avgerðina hjá Heilsufrøðligu starvsstovuni.

Kæran endaði í Vinnumálaráðnum

Vinnukærunevndin helt seg ikki hava málsføri sum kærumyndugleiki. Tí endaði kæran hjá Bakkafrosti í Vinnumálaráðnum, sum gav Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðhald.

Hvussu stórt tapið hjá Bakkafrosti er, fæst ikki at vita. 

Bakkafrost bað eisini um, at kæran fekk steðgandi virknað, tað er, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fór ikki at virka so leingi, kæran ikki var avgreidd.

Strikað er yvir krónutalið í innlitinum í málið, sum Útvarpið hevur fingið frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Advokaturin hjá Bakkafrosti vil ikki siga, hvussu stórt eitt møguligt endurgjald verður, ella hvussu nógv, Bakkafrost sigur seg hava mist.

Laksurin, sum listeria varð staðfest í, var frá nýggja virkinum á Glyvrum.

Kryvjingin varð tí alt fyri eitt flutt til virkið í Kollafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904