Mál triðja hvønn minutt. 11 móti 8 og vunnu 32-0

Mál triðja hvønn minutt. 11 móti 8 og vunnu 32-0
Næstabesta liðið hjá B36 vann í dag 32 - 0 á næstbesta liðnum hjá ÍF 
Málríkur dystur var í Gundadali í dag.
 
13.08.2017 - 16:38

Næstabesta liðið hjá B36 vann í dag 32 - 0 á næstbesta liðnum hjá ÍF. 

Helst er talan um ein tann størsta sigurin í næstbestu deildini nakrantíð.

ÍF liggur niðast í næstbestu deildini, og um niðurflytingarplássið stríðast B36, Giza Hoyvík og TB/FC Suðuroy/Royn.

Tætt er millum liðini, og tí kann málmunurin fara at gerast avgerandi fyri, hvør flytur niður.

Bara átta spælarar

Tá dysturin byrjaði, vóru bara átta spælarar hjá ÍF á vøllinum.

Dysturin blívur spældur beint eftir Summarfestivalin.

Leif Andre Eliasen, formaður í ÍF, vísir aftur, at spælararnir ikki hava tikið dystin í álvara og hava hildið festival í staðin. 

- Her er talan um eina misskiljing.

Vanliga fáa liðini boð frá samskiparnum týsdagar.

Misskiljing um tíðina

Vanligi samskiparin er burtur, og á ein ella annan hátt er ein misskiljing hend. 

Venjarin hjá fyrstu deild helt, sambært faroesoccer, at dysturin skuldi spælast klokkan 18.00

Ikki fyrr enn í morgun varnaðist venjarin, at dysturin skuldi spælast klokkan 12.15, sigur Leif Andre Eliasen.

Leif Eliasen leggur afturat, at fleiri spælarar vóru upptiknir í morgun.

Onkur teirra av barnadópi, tí bar so illa til at manna lið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558