Fleiri lyklaspælarar eru skaddir

Fleiri lyklaspælarar eru skaddir
Kjarnan á miðvøllinum er ikki tøk til landsdystin móti Portugal
 
21.08.2017 - 10:49

Lars Olsen, landsliðsvenjari, kunngjørdi í dag ein hóp við 22 spælarum, sum skulu spæla móti Portugal og Andorra.

Fróði Benjaminsen er úttikin, men hann er bara tøkur til dystin móti Andorra. 

Tað hevur við sær, at kjarnan á miðvøllinum við Fróða Benjaminsen, Brandi Olsen og Halli Hansson heldur ikki verður tøk til dystin móti Portugal.

Sterki miðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er eisini framvegis skaddur, og verður tí heldur ikki við.

Tá Føroyar spældu móti Sveis spældi Johan Troest Davidsen í miðverjuni saman við Atla Gregersen. Men HB-miðverjin hevur givið avboð til hesar báðar landsdystirnar.

Ein sum ofta hevur givið avboð er miðvallarin úr B36, Róaldur Jakobsen, men hann er í hópinum hesaferð.

Kann taka ein við afturat

Vanliga verða 23 spælarar úttiknir, men hesaferð hevur Lars Olsen bara úttikið 22 spælarar. 

Tað hevur við sær, at hann kann taka ein spælara afturat við í hópin til seinna dystin móti Andorra.

Tað verður gitt, at tað plássið er goymt til Hall Hansson, um hann skuldi blivi klárur. Tað ljóðar, at hann fyri stuttum er byrjaður at venja við bólti aftur.

170821_3_2_LANDSLIDURTOKA_NET

Hópurin:

Gunnar Nielsen FH
Teitur M. Gestsson HB
Símun Rógvi Hansen NSÍ
Jónas T. Næs ÍBV
Viljormur Davidsen Vejle
Atli Gregersen Víkingur
Rógvi Baldvinsson Bryne FK
Hørður Askham KÍ
Odmar Færø B36
Ári Mohr Johnsson HB
Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV
Gilli R. Sørensen SK Brann
Rene Shaki Joensen Grindavík
Fróði Benjaminsen Víkingur
Sølvi Vatnhamar Víkingur
Pól Johannus Justinussen NSÍ
Eli Falkvard Nielsen B36
Karl Løkin NSÍ
Róaldur Jakobsen B36
Klæmint Olsen NSÍ
Patrik Johannesen B36
Jóan Símun Edmundsson OB

Føroyar spæla ímóti Portugal í Porto hósdagin 31.august klokkan 19.45.

Dysturin móti Andorra verður á Tórsvølli sunnudagin 3.september klokkan 17.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650