Eitt avboð afturat til landsliðið

Eitt avboð afturat til landsliðið
Pól Johannus Justinussen verður ikki við móti Portugal
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
22.08.2017 - 14:42

NSÍ miðvallarin, Pól Johannus Justinussen verður ikki við móti Portugal.

- Eg fái ikki skúlan og landsliðsfótbólt at passa saman beint nú, og tað er orsøkin til at eg havi givið avboð til dystin ímóti Portugal, sigur Pól Jóhannus Justinussen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað hevur við sær, at miðvøllurin hjá Føroyum er upp aftur meira skerdur. Frammanundan er greitt, at Hallur Hansson, Brandur Olsen og Fróði Benjaminsen vera ikki við móti Portugal.
 
Á tíðindafundi mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 spælarunum, ið eru boðsendir til næstu HM-undankappingardystirnar, sum verða ímóti Portugal og Andorra.

Tá segði Lars Olsen, at miðverjin, Johan Troest Davidsen, ikki var úttikin, tí hann hevur givi avboð vegna arbeiði.
 
Hósdagin 31. august klokkan 19:45 spæla Portugal og Føroyar á Estadio do Bessa í Porto, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 3. september klokkan 17:00 spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli.
 
Fróði Benjaminsen verður  ikki tøkur til dystin ímóti Portugal. Fróði er í læru sum fangavørður, og verður í komandi viku staddur uttanlands í arbeiðsørindum. Hann verður tó tøkur til dystin móti Andorra.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715