Manningin skal hava sítt hóast virki keypa

Manningin skal hava sítt hóast virki keypa
Fiskimannafelagið heldur tað vera neyðugt at minna á grundregluna í sáttmállanum millum manningar og reiðarar
Fram fiskar makrelin hjá Vestmanna Seafood og Pelagos.
 
24.08.2017 - 10:11

Nú fyrstu virkini hava keypt fiskirættindi á uppboðssølu, ger Fiskimannafelagið vart við, at tað fer at seta fram endurgjaldskrav vegna manningarnar, um tær verða avroknaðar fyri minni enn marknaðarprís.

Bæði Vestmanna Seafood og Pelagos, sum keyptu fiskirættindi í gjár, siga, at manningin á Fram, sum skal fiska makrelin hjá virkjunum, verður ikki við sviðusoð.

Fiskimannafelagið óttast snildir

Verður Fiskimannafelagið varugt við, at snildir verða nýttar, so avreiðingarvirðið, sum manningin skal avroknast eftir, ikki samsvarar við marknaðarprísin, fer felagið alt fyri eitt at krevja endurgjald fyri manningina, sum missir, skrivar felagið á heimasíðuni.

Fiskimannafelagið heldur tað vera neyðugt alment at minna allar núverandi og komandi aktørar í fiskivinnuni á ófrávíkiligu grundregluna í býtissáttmálunum, sum felagið hevur við Føroya reiðarafelag og einstakar reiðarar.

Henda grundregla sigur, at reiðarí og manning í felag hava ábyrgd av bæði at fáa sum mest av fiski til høldar og fáa bestan marknaðarprís fyri veiðuna, sum reiðarí og manning í felag eiga. 

Manningin verður tí avroknað eftir veruliga avreiðingarvirðinum.

Fyrsti makrelurin longu komin  

Sambært jn.fo er Fram komin inn í dag við 320 tonsum av makreli.

100 tons verða landað til Vestmanna Seafood og 220 tons til Pelagos.

Vestmanna Seafood keypti í gjár rættin at fiska 200 tons og Pelagos í Fuglafirði 500 tons fyri 3,11 kr. kilo.

Harafturat kemur tað, sum Fiskamarknaðurin fær fyri at selja, so prísurin kemur upp í 3,15 kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858