Suðuroyartunnil vorðin ein ætlan hjá landinum

Suðuroyartunnil vorðin ein ætlan hjá landinum
Byrjað verður at bora millum Sandoynna og Suðuroynna, tá Sandoyartunnilin er liðugur í 2023
Tá liðugt er at bora til Traðardals í Sandoynni, verður farið undir Suðuroyartunnilin, sigur landsstýrið.
 
30.08.2017 - 10:12

Nú er Suðuroyartunnilin vorðin ein ætlan hjá landsstýrinum.

Eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur, stendur í uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg, sum nú er í tinginum.

Sandoyartunnilin verður væntandi liðugur í 2023. 

Upp í Skúgvoynni

Landsverk hevur víst á eina loysn, har Suðuroyartunnilin fer av Sandi yvir Skúgvoynna til Sandvíkar. 

Jarðfeingi hevur gjørt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava haldgott grundarlag at fara undir verkætlanina. 

Í uppskotinum um eykajáttan mælir Henrik Old, landsstýrismaður, til at brúka hálva millión í ár til forkanningar um Suðuroyartunnilin.

Ein tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna verður góðar 26 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751