Tað skal vera bíligari at ferðast við húsvogni

Tað skal vera bíligari at ferðast við húsvogni
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, fyrispurning um ferðaseðlaprísir
 
30.08.2017 - 15:20

Jógvan Skorheim í Sjálvstýrisflokkinum undrast á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at lækka prísin fyri bussar við Smyrli, til tess at bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, og hví henda skipanin ikki eisini skal verða galdandi fyri ferðavinnuna aðrastaðni í landinum.

Jógvan Skorheim hevur tí sett Henriki Old, landsstýrismanni, ein grein 52 fyrispurning um málið.

Hann spyr, um ætlanin er at endurskoða ferðaseðlaprísin við Strandferðsluni fyri húsvognar og húsbilar.

Ferðing við húsvognum og húsbilum er nógv vaksin seinastu 10 árini. Sambært tølum hjá Akstovuni vóru 492 húsvognar og húsbilar skrásettir í 2015.

Eingin avsláttur

Jógvan Skorheim sigur, at sum støðan er, eru eingir møguleikar at fáa avsláttur við ferjum hjá strandferðsluni. Í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verður bara goldið fyri bilin, men ikki húsvognin.

Er endamálið at lækka prísin bara fyri bussar, sum verða fluttir við Smyrli, fyri at menna ferðavinnuna, hevði verið skilagott eisini at hugsað um húsvognar og húsbilar. 

Og ein slík skipan eigur eisini at fevna um Sandoyar-, Kalsoyar- og Nólsoyarleiðina, sigur Jógvan Skorheim í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025