- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðið er úttikið
Føroyska A-landsliðið hevur tveir dystir eftir í HM-undankappingini.
7.oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli. Síðsti dysturin verður í Budapest móti Ungarn 10.oktober.
Trygvi Askham, málverji hjá EB/Streymi, er við í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð.
Tveir profilar klárir aftur
Sonni Ragnar Nattestad úr Molde er við aftur í hópinum eftir langtíðarskaða.
Hann hevur spælt dyst fyri eykaliðið hjá Molde, og venjarin hjá honum, Ole Gunnar Solskjær, hevur sagt við Lars Olsen, at hann er klárur at spæla.
Hallur Hansson úr AC Horsens er eisini blivin klárur at spæla fyri Føroyar aftur.
Brandur Olsen, sum dagliga spælir fyri Randers, er framvegis skaddur, og tí er hann ikki úttikin. Hann verður væntandi klárur í desember.
Hópurin telur 23 spælarar. 13 spæla í føroysku kappingini, meðan hinir tíggju spæla í Noregi, Danmark og Íslandi.
Hópurin:
Gunnar Nielsen | FH Hafnafjørður |
Teitur M. Gestsson | HB |
Trygvi Askham | EB/Streymur |
Jón T. Næs | ÍBV |
Viljormur Davidsen | Vejle |
Atli Gregersen | Víkingur |
Odmar Færø | B36 |
Ári M. Jónsson | HB |
Rógvi Baldvinsson | Bryne BK |
Johan Troest Davidsen | HB |
Sonni Ragnar Nattestad | Molde FK |
Pól Johannus Justinussen | NSÍ |
Kaj Leo í Bartalsstovu | ÍBV |
Gilli R. Sørensen | SK Brann |
Rene Shaki Joensen | Grindavik |
Fróði Benjaminsen | Víkingur |
Sølvi Vatnhamar | Víkingur |
Karl Løkin | NSÍ |
Róaldur Jakobsen | B36 |
Hallur Hansson | AC Horsens |
Klæmint A. Olsen | NSÍ |
Patrik Johannesen | B36 |
Jóan Símun Edmundsson | OB |