Fíggjarlógin fer at geva 408 milliónir í avlopi

bannari
Fíggjarlógin fer at geva 408 milliónir í avlopi
Landsstýrið ætlar, at fíggjarlógin fyri næsta ár skal fara geva 408 milliónir krónur í avlopi.
 
29.09.2017 - 13:51

Fyrrapartin var fíggjarlógaruppskotið lagt fram á tíðindifundi úti í fíggjarmálaráðnum. 

Øll fíggjartøl peika rættan veg í løtuni. Inntøkurnar næsta ár fara at vaksa við yvir 400 milliónum. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Rakstrarútreiðslurnar hækka 1,9 prosent, men tær fara at hækka enn meira, tá sáttmálarnir eru gjørdir á arbeiðsmarknaðinum. Íløgurnar vaksa eisini munandi.

Fíggjarlógaruppskotið er eisini lagt fyri løgtingið, og 1. viðgerð av uppskotinum verður á løgtingsfundi mikudagin 4. oktober og hósdagin 5. oktober.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342