Spania vil steðga fólkaatkvøðuni í Katalonia

Spania vil steðga fólkaatkvøðuni í Katalonia
Spania er rættuliga farið í hernað fyri at steðga fólkaatkvøðuni í Katalonia.
 
29.09.2017 - 14:06

Fólkaatkvøða verður sunnudaginn um sjálvstýri í Katalonina. Tað hóvar ikki Spania, sum er farið í hernað fyri at steðga fólkaatkvøðuni.

Løgreglan er farin at leggja hald á atkvøðuseðlar og at seta plombur á atkvøðuhølini sum skulu nýtast.

Ákæruvaldið í Spania hevur álagt løgregluni um at kanna allar ætlanir um fólkaatkvøðuna sum skal vera í landspartinum, og fólk sum fáa atkvøðuhølir til vega, kunnu rokna við at verða stevnd fyri rættin, eru greiðu boðini.

Landspartaforsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, sigur seg rokna við, at framferðin hjá myndugleikunum fer at fáa heilt aðra ávirkan, og fer at fáa enn fleiri fólk á val.

Ríkisákærin hevur ført fram, at tað ikki er óhugsandi at landspartaforsetin verður tikin, fyri at skipa fyri fólkaatkvøðuni.

Ikki øll í Katalonia eru fyri at slíta frá Spania, men nógv ynskja størri sjálvstýri. Meiningakanningar vísa, at fólk ikki eru samd um sjálvstýri, men ein meiriluti tykist vera fyri fólkaatkvøðuni.

Víst verður á, at fólk í Baskaralandinum hava størri sjálvstýri enn fólkið í Katalonia, tí tey í Baskaralandinum umsita sín egna skatt. Í Katalonia og í stóra býnum, Barcelona, eru fólk misnøgd við, at tey skulu rinda skatt til spanska statin, og at tey ov lítið aftur av pengunum.

Forsetin í Katalonia, sigur seg vera skuffaðan at ES, tí ES ikki tykist hava áhuga í fólkaatkvøðuni í Katalonia. Hann ætlar at gera stríðið við sponsku myndugleikarnar til eitt mál í ES.

Einki land, hvørki í ES ella í restini av heiminum sigur seg stuðla fólkaatkvøðuna.

Í vikuni vitjaði spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, í Hvítu húsunum, og har fekk hann at vita frá Donald Trump, forseta, at hann stuðlar sponsku stjórnina.
Rajoy, forsætisráðharri vónar framvegis, at fólkaatkvøðan verður avlýst. Katalonar halda fast um fólkaatkvøðuna sunnudagin, men teir viðganga samstundis, at mótstøðan er hørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980