Víkingur á FM-málstrikuni

Víkingur á FM-málstrikuni
Við stórsigri á ÍF tók Víkingur enn eitt fet móti FM-heitinum. B36 vann á Skála og livir tí enn í vónini saman við KÍ, sum spældi javnt við Stórá.
 
01.10.2017 - 17:04

Oddaliðið Víkingur greiddi sína skyldu í Fuglafirði, har teir vunnu heili 5-1 á ÍF í dag. Við sigrinum er Víkingur so gott sum á málstrikuni í FM-stríðnum, har fimm stig eru niður til B36, sum vann týdningarmiklan sigur á Skála.

FM-møguleikarnir hjá KÍ eru nærum horvnir, eftir at teir spældu málleysan javnleik við Stórá. Hjá TB/FCS/Royn er størri gleði um eina stigið, tí nú eru teir tryggjaðir frá niðurflyting saman við Skála og EB/Streymi. 

Úrslitini í 25. umfari gjørdust hesi: 

ÍF - Víkingur 1-5
0-1 Adeshina Lawal 6'
1-1 Niels Pauli Danielsen 9'
1-2 sjálvmál 20'
1-3 Adeshina Lawal 71'
1-4 Sølvi Vatnhamar 76'
1-5 Hans Pauli Samuelsen 79'

TB/FCS/Royn - KÍ 0-0

Skála - B36 2-3
0-1 Patrik Johannesen 3'
1-1 Michal Pzrybylski 40'
2-1 Brian Jacobsen 62'
2-2 Jógvan Skeel Nolsøe 65'
2-3 Patrik Johannesen 68'

HB - EB/Streymur 2-3
1-0 sjálvmál 22'
2-0 Rókur av Fløtum Jespersen 41'
2-1 Andras Olsen 50'
2-2 Petur Zachariassen 62'
2-3 Arnbjørn Hansen 80'

07 Vestur - NSÍ 2-3
1-0 Søren Nielsen 38'
1-1 sjálvmál 42'
1-2 Klæmint Olsen 45'
1-3 Pól Jóhannus Justinussen 52'
2-3 Ken Fagerberg (br.) 71'

Støðan í EFFO-deildini:

1 Víkingur 52
2 B36 47
3 46
4 NSÍ 43
5 HB 37
6 TB/FCS/Royn 29
7 Skála 29
8 EB/Streymur 29
9 07 Vestur 22
10 ÍF 9
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111