Kanna um gerningsmaðurin var einsamallur

Kanna um gerningsmaðurin var einsamallur
Løgreglan í Las Vegas kannar í løtuni fráboðanir um skottilburðir í víðagitnu gøtuni, The Strip.
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
02.10.2017 - 10:49

Tað er ógreitt, hvat hendi, men sambært fyribils upplýsingum, vórðu nógv skot latin av frá einum vindeyga í Mandalay Bay Hotel.

Á tíðindafundi hjá løgregluni um skottilburðin, segði Joseph Lombardo, politimeistari í Las Vegas, at í mista lagi 20 fólk hava latið lív og meira enn 100 eru særd. Og gerningsmaðurin er deyður.

Sjónbond á sosialum miðlum vísa hundraðtals fólk, sum flýggja burtur frá opnu Western-konsertini nærindis Mandalay Bay Hotel.

Myndugleikarnir hava stongt part av The Strip, skrivar Reuters.

Hildið verður, at bert ein persónur hevur latið skotini av, men løgreglan kannar kortini, um fleiri gerningsmenn hava verið, sigur politimeistarin í Las Vegas. 

Løgreglan vil ikki upplýsa, hvør gerningsmaðurin er, men sigur, at talan er um ein persón, sum býr í býnum.

Løgreglan vísur aftur øllum tíðindum um bilar við bumbum í, og at skottilburðir hava verið á øðrum gistingarhúsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751