Tjóðfylkingin tekur aftur uppstillingarlistarnar

Tjóðfylkingin tekur aftur uppstillingarlistarnar
Fólk, sum stóðu á uppstillingarlistanum hjá Tjóðfylkingini, vistu ikki av tí og tí er Tjóðfylkingin biðin um at taka listarnar aftur, skrivar RUV
 
14.10.2017 - 14:42

Drama er í íslendska valstríðnum í løtuni, har politiski Tjóðfylkingin hevur boðað valnevndini frá, at hon tekur aftur nærum allar uppstillingarlistarnar til komandi altingsvalið. 

Hetta hendir, eftir at valnevndin gjørdi vart við, at hon hevur gjørt stakroyndir á øllum uppstillingarlistunum hjá flokkinum, og tað vísti seg, at fleiri persónar á listanum, sum valnevndin hevur tosað við, ikki vistu av, at tey stuðalu flokkinum, og at tey heldur ikki kendu aftur undirskriftina hjá sær.

Tað váttar valstýrið fyri Reykjavík, har Tjóðarfylkingin lat inn uppstillingarlistarnar í gjár, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Valstýrið hevur tí biðið um váttan frá flokkinum, at uppstillingarlistarnir verða tiknir aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846