FM-veitslan útsett

FM-veitslan útsett
Hóast Víkingur snávaði við Løkin og KÍ vann í Gundadali, skal nógv til fyri at forða teimum ljósabláu í at endurvinna meistaraheitið.
 
15.10.2017 - 17:25

Við eini perlu av einum langskoti syrgdi Árni Frederiksberg fyri, at Víkingur má bíða eina lítla viku afturat eftir meistaraheitinum.

Sigurin gevur samstundis NSÍ møguleika fyri at enda við silvurkrónunum, um teir á seinasta leikdegi vinna á KÍ, sum er trý stig og átta mál aftanfyri Víking.

Í hinum endanum pyntaði ÍF um úrtøkuna á stigatalvuni, tá ið teir vunnu móti EB/Streymi, ímeðan 07 Vestur við hjálp úr 1. deild sær út til at varðveita plássið í bestu deildini.

Úrslitini í 26.umfari gjørdust hesi: 

NSÍ - Víkingur 2-1
1-0 Jann Benjaminsen 9'
1-1 Gert Hansen 35'
2-1 Árni Frederiksberg 84'

B36 - KÍ 1-3
0-1 Jóannes Bjartalíð 29'
0-2 Albert Adu 60'
1-2 Høgni Eysturoy 63'
1-3 Dion Splidt 90'

07 Vestur - TB/FCS/Royn 3-1
1-0 Martin Tausen 5'
1-1 Jón Krosslá Poulsen (br.) 30'
2-1 Sjálvmál 50'
3-1 Søren Nielsen 70'

Skála - HB 0-0

EB/Streymur - ÍF 2-4
0-1 Pedro Anton 13'
0-2 Ari Ellingsgaard 38'
0-3 Kristoffur Jakobsen 43'
1-3 Ari Mohr Olsen 58'
2-3 Pætur Petersen 65'
2-4 Bogi Reinert Petersen 71'

Stigatalvan

Nummar Lið Stig Málmunur
1 Víkingur 52 +30
2 KÍ 49 +22
3 B36 47  
4 NSÍ 46  
5 HB 38  
6 Skála 30  
7 TB/FCS/Royn 29  
8 EB/Streymur 29  
9 07 Vestur 25  
10 ÍF 12  


Dystirnir í 27. umfari:

Víkingur - EB/Streymur

HB - B36

ÍF - 07 Vestur

KÍ - NSÍ

TB/FCS/Royn - Skála

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025