Dagføring: Arbeiðssteðgur útsettur

Dagføring: Arbeiðssteðgur útsettur
Fráboðaði arbeiðssteðgurin hjá narkosusjúkrarøktarfrøðingum er útsettur í eina viku
 
29.10.2017 - 16:09

Fráboðaði arbeiðssteðgurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum eru útsettur í eina viku.

Eftir fundin í dag millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og semingsmannin, hevur semingsstovnurin útsett arbeiðssteðgin í eina viku, og í morgin fer ein semingsroynd at verða gjørd.

Meira verður í útvarpstíðindunum klokkan 18.00.

Skuldu í verkfall árla í morgin

Fríggjadagin lýsti Felagið Føroyski Sjúkrarøktarfrøðingar arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30.oktober 2017 kl 8.00, eftir at hava samráðst við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála.

Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, segði, at samráðingarnar eru ikki komnar nakran veg, hóast felagið hevur verið á fýra fundum við fíggjarmálaráðnum.

- Vit hava tosa um sáttmálatekst, men at tosa um tað, sum tað veruliga handlar um, pengar, tað hava vit ikki gjørt, sigur Óluva í Gong. 

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, valdi tí at senda boð eftir semingsstovinum.

Sáttmálin millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi fyrsta oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655