Sjúkrarøktarfrøðingar hava lýst arbeiðssteðg

Sjúkrarøktarfrøðingar hava lýst arbeiðssteðg
Fríggjadagin lýsti narkosusjúkrarøktarfrøðingar arbeiðssteðg á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30. oktober klokkan 08.00
 
29.10.2017 - 10:06

Klokkan 14 í dag fara fer felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á fund við semingsstovnin.

Fríggjadagin lýsti felagið arbeiðssteðg fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum frá mánamorgni 30.oktober 2017 kl 8.00, eftir at hava samráðst við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála.

Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, segði, at samráðingarnar eru ikki komnar nakran veg, hóast felagið hevur verið á fýra fundum við fíggjarmálaráðnum.

- Vit hava tosa um sáttmálatekst, men at tosa um tað, sum tað veruliga handlar um, pengar, tað hava vit ikki gjørt, sigur Óluva í Gong. 

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, valdi tí at senda boð eftir semingsstovinum.

Sáttmálin millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi fyrsta oktober.

SÍ EISINI: Dagføring: Arbeiðssteðgur útsettur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213