Kunngerðin um rottutýning kemur nú í november

Kunngerðin um rottutýning kemur nú í november
Landsstýriskvinnan hevur svarað løgtingsmanni um kunngerð. Hon er á veg, er svarið
Galdandi kunngerð um rottutýning er frá 1962. Nú kemur ein nýggj.
 
02.11.2017 - 09:57

Kunngerðin um at fyribyrgja og týna rottu kemur nú í november.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Hann spurdi tann 19.oktober, hvar kunngerðin um rottutýning bleiv av.

Hon varð send til hoyringar 26.mai, og hoyringarfreistin var til 23.juni. 

Síðani hevur einki verið at frætta frá Heilsu- og innlendismálaráðnum um kunngerðina, sigur Helgi Abrahamsen. 

Landsstýriskvinnan svarar stutt, at kunngerðin er um at verða klár, og hon verður lýst nú í november. 

Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

Kommunurnar eiga ábyrgdina

Tað skal framvegis áliggja kommununum at týna rottu, bæði í bygdum øki og óbygdum øki og á sjónum.

Men ein og hvør, sum varnast rottu, skal alt fyri eitt boða kommunustýrinum frá. 

Sambært uppskotinum um kunngerðina skal Umhvørvisstovan samskipa fyribyrging og rottutýning. Hon hevur heimild at áleggja kommunustýrum at skipa rottutýningina eftir ávísum leisti. 

Ikki rotta í 11 oyggjum

Kunngerðin, sum nú er á veg, kemur í staðin fyri galdandi kunngerð, sum er frá 1962. 

Rotta er verri enn so í øllum Føroyum. Hon er ikki í 11 oyggjum.

Hon er ikki í Fugloynni, Svínoynni, Kalsoynni, Nólsoynni, Hesti, Koltri, Sandoynni, Mykinesi, Skúvoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun og í Mykineshólmi, Trøllhøvda, Tindhólmi og Gáshólmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735