Trý ára vøkstur í fólkatalinum hæsar ikki av

Trý ára vøkstur í fólkatalinum hæsar ikki av
Frá 1.oktober í fjør til 1.oktober í ár løgdust 707 fólk afturat fólkatalinum í Føroyum
Fólkatalið frá 1.oktober í fjør til 1.oktober í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
14.11.2017 - 12:57

Fólkatalið í Føroyum vaks í oktober, men ikki nógv, bara fýra fólk komu afturat.

Fólkatalið var 50.322 tann 1.oktober. Tað eru 707 fleiri enn 1.oktober í fjør. Vøksturin er 1,4 prosent. 

Burðaravlopið, munurin millum fødd og deyð, er 265. 

Heldur fram at vaksa

Orsøkin er fyrst og fremst, at nógv fleiri fólk fluttu til Føroya enn úr Føroyum, nettotilflytingin er 442. 

Fólkatalið veksur mest í Tórshavnar kommunu, men luftfalsliga skjótari í Streymoynni annars, Vágum og í Eysturoynni, upplýsir Hagstovan á heimasíðu síni

Hagstovan sigur, at seinastu trý árini hevur verið óvanliga stórur fólkavøkstur. 

Og enn er einki, sum bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av. 


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290