Poul Michelsen á ráðstevnu í Skotlandi

Poul Michelsen á ráðstevnu í Skotlandi
Poul Michelsen, og uttanríkisráðharrarnir í Íslandi og Grønlandi, fara í vikuni til Skotlands at tosa um avbjóðingar, sum londini í útnorði hava
 
15.11.2017 - 10:33

Guðlaugur Thór Thordarson, uttanríkisráðharri í Íslandi, Doris Jakobsen Jensen, landsstýriskvinnan í uttanríkismálum í Grønlandi, og Poul Michelsen skulu tala á fyrsta Arctic Circle Forum í Skotlandi nakrantíð, skrivar BBC.

Tríggjar daga langa ráðstevnan byrjar sunnudagin 19. november, og evnið er altjóða royndir at hjálpa fjarskotnum samfeløgum og oyggjasamfeløgum til framgongd og treysti.

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, setur ráðstevnuna, og m.a. formaðurin í bretsku veðurlags-nevndini, Lord Deben, og skotski uttanríksiráðharrin, Fiona Hyslop, verða við.

Tættari samband

Hyslop sigur, at felags avbjóðingarnar í heiminum gera, at tað hevur uppaftur størri týdning, at Skotland knýtur tøtt sambond við aðrar líknandi tjóðir, og gongur á odda í stóru málunum. - Tí fegnist eg um, at Skotland verður vertur fyri Arctic Circle Formum, sigur Fiona Hyslop.

Hon vísur á, at Skotland kann læra av Íslandi í sambandi við ferðavinnu, og Skotland kann læra onnur um loysnir fyri at minka um CO2-útlát.

Á ráðstevnuni verða umboð fyri lærdar háskúlar, vinnulívið, stjórnina, fyritøkur og áhugafelagsskapir, skrivar BBC. Ráðstevnan endar 21. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329