P-pillarar økja um vandan fyri sjálvmorði

P-pillarar økja um vandan fyri sjálvmorði
Øll sløg av fyribyrging við hormonum føra til fleiri sjálvmorðsroyndir og sjálvmorð. Tað vísir nýggj gransking í Danmark.
 
19.11.2017 - 11:03

Ein kvinna, sum brúkar eitthvørt slag av fyribyrging við hormonum, er í meir enn tvær ferðir so stórum vanda fyri at gera sjálvmorðsroynd og tríggjar ferðir so stórum vanda at gera sjálvmorð samanborið við javngamla kvinnu, sum ongantíð hevur brúkt fyribyrging við hormonum.

Hetta er úrslitið av stórum granskingararbeiði, sum er gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark. Granskingarúrslitið er júst almannakunngjørt í tíðarritinum The American Journal og Psychiatry.

Hetta veit danska avísin, Politiken, at siga.

-Hetta er fyrsta granskingin á heiminum, har tað heilt klárt kann dokumenterast, at samanhangur er millum nýtslu av hormonellari fyribyrging og so vandanum fyri sjálvmorðsroynd og sjálvmorði, sigur Øjvind Lidegaard, sum er professari og hevur staðið fyri granskingararbeiðinum á Ríkissjúkrahúsinum. Somuleiðis er hann ein av fremstu granskarum í p-pillum.

-Vit hava tikið hædd fyri øllum tí, ið kann ávirkað granskingarúrslitið, og tí meta vit okkum kunna siga, at p-pillarar, p-plástur- p-ringur, hormonspiralur og onnur sløg av fyribyrging við hormonum økja um vandan fyri sjálvmorðsroynd og sjálvmorði, sigur Øjvind Lidegaard.

Hann leggur dent á, at flestu konufólk tola væl p-pillarar og aðra slíka fyribyrging, men at summar verða so mikið ávirkaðar av hormonunum, at bæði læknar og kvinnurnar sjálvar eiga at vera tilvitað um tunglyndi, sum kann henda orsakað av hormonunum.

Granskingartoymið í Danmark hevur fylgt 476.000 kvinnum, frá tær fyltu 15 ár i tíðarskeiðinum 1996 til 2013. Í miðal blivu kvinnurnar fylgdar í 8, 3 ár. Beint yvir helvtin av kvinnunum, sum vóru við í kanningini, byrjaðu at taka okkurt slag av fyribyging við hormonum, meðan kanningin fór fram.

Tilsamans vóru 6.999 sjálvmorðsroyndir og 71 sjálvmorð millum allar kvinnurnar í kanningini. Serliga vóru tað kvinnur, ið høvdu brúkt fyribyrging við hormonum, sum gjørdu sjálvmorðsroynd ella sjálvmorð.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961