Tveir spurningar um fiskivinnulógina

bannari
Tveir spurningar um fiskivinnulógina
Løgmaður skal svara tveimum fyrispurningum um fiskivinnunýskipanina, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum í morgin
 
28.11.2017 - 13:59

Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum vil hava at vita, um løgmaður heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur heimild at leggja fiskiflotan, tí hann ikki fær undirtøku fyri sínum politikki.

Hann spyr eisini, hvat løgmaður ætlar at gera, fyri ikki at verða samsekur, um landsstýrismaðurin ger álvara av hóttanini um at leggja flotan á nýggjárinum, sum formaðurin í Sambandsflokkinum orðar seg í spurninginum.

Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skyldu til at tryggja landsins virði. 

Hevur hann ikki eina ætlan fyri, hvat skal henda 1. januar, verður løgmaður noyddur at taka ræðið á landsstýrismanninum fyri at tryggja framhaldandi rakstur í høvuðsvinnuni, sigur Bárður Nielsen.

Leingja virkandi lóg

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, fer at spyrja løgmann, um tíðin ikki er komin at virka fyri at leingja galdandi fiskivinnulóg.

Jenis av Rana sigur, at stígur er komin í arbeiðið við fiskivinnunýskipanini, og tað kann hava við sær, at flotin sleppur ikki at loysa um knappar fimm vikur.

Hann sigur, at tað ber ikki til at gera allar lógir og reglur í eini so kollveltandi fiskivinnunýskipan klárar at koma í gildi 1. januar. 

- Tí hava vit einki annað val enn ar leingja galdandi skipan og taka okkum ta tíð, sum tað tekur, at gera eina forsvarliga skipan, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin. 

Miðflokkurin legði fyrr í ár fram uppskot um at leingja lógina um vinnuligan fiskiskap til 2020. 

Uppskotið liggur í vinnunevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609