- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um fiskiskap í arktiska økinum

Avtalan er úrslit av eini semju, sum varð gjørd i amerikanska høvuðsstaðnum Washington í gjárkvøldi.
Sonevndu arktisku strandarlongini - Kanada, Danmark - íroknað Grønland og Føroyar - Norra, Rusland og USA eru partur av semjuni, saman við ES, Íslandi, Japan, Kina og Suðurkorea.
Enn skal tekniska og løgfrøðiliga arbeiðið gerast, áðrenn avtalan formliga verður undirskrivað.
Men við avtaluni binda londini seg tó til at IKKI at fiska í einum øki, sum er tilsamans 2,8 milliónir ferkilometrar til støddar. Tað er áleið støddin á Miðjarahavinum.
Sambært bretska kringvarpinum er talan í stóran mun um eitt øki, sum fyrr var undir ísi, men sum við globalu upphitingini kann gerast eitt attraktivt fiskimið.
Men enn finst lítil og eingin vitan um vistfrøðina og møguligar fiskastovnar í økinum. Fyri at binda um heilan fingur, meðan vitanin verður fingin til vega, hava londini sett sær fyri at friða hetta økið fyri óskipaðum fiskiskapi, næstu 16 árini.
Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, sigur í tíðindaskrivi um avtaluna, at hon er eitt dømi um "rettidig omhu".
-Við avtaluni vísa vit heiminum, at til ber at semjast um reglur, áðrenn fiskiskapurin fer ígongd, og áðrenn vit møguliga koma at gera stóran skaða á fiskastovnarnar.
Víðari sigur Anders Samuelsen í tíðindaskrivinum frá danska uttanríkisráðnum, at talan hevur verið um gott og konstruktivt samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark í teimum samráðingum, ið liggja til grund fyri avaluni.
Avtalan bindur partarnar til ikki at fara undir fiskiskap í økinum, fyrr enn neyðuga vitanin um fiskastovnarnar er fingin til vega. Henda vitanin skal fáast í eini felags granskingarætlan.
Um hugt verður eftir tí øki, avtalan fevnir um - tilsamans 2,8 milliónir ferkilometrar - so er talan um stórstu fiskivinnuavtalu av sínum slag, ið er gjørd, enntá áðrenn fiskiskapurin hevur tikið seg upp.


























