Íslendingar skulu søkja um FIFA-atgongumerki

Íslendingar skulu søkja um FIFA-atgongumerki
Sølan av atgongumerkjum til HM í fótbólti í Russlandi næsta summar byrjar í morgin á heimasíðuni hjá FIFA
 
04.12.2017 - 16:48

Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, leggur dent á, at tað verður ikki soleiðis, at tey, sum eru fyrst, bara fáa atgongumerki, - tí áhugin fyri at keypa atgongumerki er helst størri enn talið av atgongumerkjum.

Bara 8 prosent av atgongumerkjunum eru markað til viðhaldsfólk hjá Íslandi. 

Størri kvotu

KSÍ hevur, saman við øðrum tjóðum, verið í samband við FIFA og biðið um at fáa størri part enn bara 8 prosent. Men FIFA hevur ikki svarað enn.

Út frá verðandi kvotu, er talan um 3.200 atgongumerki til íslendingar, men leikvøllirnir, har Ísland skal spæla, hava pláss fyri 45-túsund áskoðararum. 

Leinki til FIFA og atgongumerki

Ísland er í D-bólkinum, og skal spæla móti Argentina í Moskva 16. juni, Nigeria í Volgograd 22. juni og Kroatia í Rostov 26. juni.

Evsta mark at søkja um atgongumerki er 31. januar til innleiðandi dystirnar, og eisini um Ísland kemur víðari í kappingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342