Eykajáttanir góðkennast í dag

bannari
Eykajáttanir góðkennast í dag
Talan er um tvær eykajáttanir, sum vórðu latnar við fíggjarnevndarskjali frá 6. juni til 11. juli.
 
11.12.2017 - 09:18

Løgtingið fer í dag góðkenna eykajáttanirnar í fíggjarnevndarskjølunum, sum fíggjarnevndin hevur avgreitt í hesum árinum.

Tann fyrra var umbøn um seks milliónir krónur, tí føroyski laksurin stóð fyri at verða tikin av.

Peningurin varð nýttur til eina tilgongd saman við Bakkafrosti, sum eigur seinasta føroyska laksin, og Fiskaaling at varðveita føroysku laksastammuna. 

Tann seinna umbønin um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali var 1,2 milliónir krónur at rudda grót á botni í havnini í Skopun, so innsiglingin kundi verða tryggjað.

Sambært lógini hevur landsstýrið skyldu at leggja fram uppskot um eykafíggjarlóg um tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt gjøgnum árið, í seinasta lagi 1. desember.

Eftir fyrstu viðgerð fór uppskotið beinleiðis til 2. viðgerð, og atkvøtt verður um málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507