Heilsufrøðiliga ávarar eisini móti rýmdum laksi

Heilsufrøðiliga ávarar eisini móti rýmdum laksi
Laksurin má ikki etast og heldur ikki goymast. Er helst farin um alt landið
Laksurin, sum er rýmdur í Nólsoyarfirði, er helst farin um alt landið.
 
13.12.2017 - 07:40

Heilsufrøðiliga starvstova ávarar eisini móti at eta laksin, sum slapp úr tí eina ringinum á Gulanum undir Argjalandinum í alibrúkinum hjá Bakkafrosti har.

Laksurin er nýliga viðgjørdur við lúsaevnininum Slice, og kann tí ikki etast fyrr enn fyrst í februar næsta ár.
Slice verður brúkt móti laksalús. 

Heilsufrøðiliga starvsstova sigur, at laksurin er helst farin runt um alt landið.

Skal fyribeinast

Fyri at fyribyrgja møguligari smittu í alivinnuni, eigur fiskaður laksur at latast landstøðini hjá Bakkafrosti Farming á Vestaru bryggju í Havn, telefonin er 23 51 42, ella latast brennistøð í tættum plastposa.

Heilsufrøðiliga starvstova sigur, at laksurin er óegnaður til matna.

Tað er tí ikki nøkur loysn at goyma hann til dømis í frystiboks til eftir 2.februar 2018, tí heilivágurin verður verandi í deyða laksinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672