Markið fyri familjuískoyti hækkar

Markið fyri familjuískoyti hækkar
Markið verður hækkað upp í 280.000 krónur frá 1. januar. Tað er 50.000 krónur meira, enn Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna mælti til
 
13.12.2017 - 09:29

Trivnaðarnevndin hevur lagt álit fyri løgtingið.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, saman við Jenisi av Rana, vísa á, at tá familjuískoytið varð samtykt, varð ásannað, at høvuðsamboðið í stríðnum móti fátækradømi er útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarpolitikkir, og at mest týðandi er, at borgarar í Føroyum fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. 

Nevndin ynskir, at børn hjá pørum í trongum fíggjarligum korum skulu verða lyft. Pør við børnum hava ikki somu stuðulsmøguleikar, sum stakir uppihaldarar hava, og tí metir nevndin tað vera rætt at hækka inntøkumarkið hjá pørum við nakað meir enn ætlað. Tí verður skotið upp at hækka inntøkumarkið úr 230.000 kr. upp í 280.000 kr, tí tað fer at bøta um korini hjá lágløntum pørum og børnum teirra. 

Nevndin vísir á, at nú familjuískoytið hevur verið í gildi í 2 ár vísa royndirnar, at einans 34 av teimum 267 familjunum, sum í 2017 hava móttikið familjuískoyti, eru pør. 

Lógin um familuískoyti verður eftirmett komandi ár, sum upprunaliga ætlað, og Trivnaðarnevndin ætlar at fylgja gongdini. 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur í sinum minnilutaáliti, at hann tekur undir við álitinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir tekur støðu til uppskotið í tingsalinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373