Bakkafrost yvirtekur lívfiskaætlan hjá Fiskaaling

Bakkafrost yvirtekur lívfiskaætlan hjá Fiskaaling
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, hava skrivað avtalu
 
22.12.2017 - 12:33

Fyri løtu síðani skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, undir avtaluna. 

Hon ber í sær, at Bakkafrost fær ábyrgdina av vinnuliga virkseminum hjá Fiskaaling: tað er at varðveita føroyska laksastammuna, uppbyggja lívfiska-familjur, gera kynbótararbeiði og framleiða rogn.

Avtalan hevur stóran fyrimun fyri Bakkafrost, sum nú kann marknaðarføra seg við reinari føroyskari virðisketu. Men avtalan gevur eisini føroyskari alivinnu sum heild tryggari karmar, heldur Regin Jacobsen.

Fiskaaling heldur fram sum granskingarstovnur og fer framvegis at røkja eftirlitsuppgávur, gera hagtøl og annað. Hetta virksemið verður framhaldandi undir landinum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur tað vera upplagt, at privata vinnan tekur yvir ávísar partar av virkseminum hjá Fiskaaling. Kynbótararbeiði og menning av føroyska lívfiskinum sum heild er uppgáva hjá vinnuni og ikki landsuppgáva, sigur hann.

Til 2021 varðveitir landið upphavsrættin til lívfiska-ílegurnar, og Bakkafrost skal, sambært avtaluni veita øðrum føroyskum alarum rogn, um tað gerst neyðugt.

Formliga yvirtekur Bakkafrost verkætlanina 1. apríl næsta ár, men alifyritøkan hevur samstundis bundið seg at gjalda raksturin av verkætlanini frá 1. januar til 1. apríl. Fram til 2021 fer Bakkafrost at leiga lívfiskastøðina í Skopun og framleiðsluhølini við Áir frá Fiskaaling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809