- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA fer at rinda minni til ST í 2018

Fleiri amerikanskir forsetar hava seinastu nógvu árini boðað frá, at USA rindar ov nógv til ST, og Donald Tump, forseti hevur nú gjørt av at minka upphæddina við 1,8 milliardum krónum.
Nikki Haley segði, at ST er alt ov dýrur stovnur at reka, og skal stovnurin halda fram í sama líki sum nú, og so mugu onnur limalond rinda meir.
128 av limalondunum atkvøddu ímóti amerikansku avgerðini og bert 9 lond tóku undir við avgerðini.
Hetta er bert fyrsta stigið at gera ST meira effektivt, segði amerikanski ST sendiharrin.
Samlaða fíggjarætlanin hjá ST er 5,4 milliardir dollarar, og USA rindar umleið ein fimtapart av pengunum. Pengarnir verða roknaðir út eftir, hvussu væl teu 193 limalondini eru fyri, og hvussu stór bruttotjóðarúrtøkan er.
USA hevur eisini boðað frá, at landið fer at minka sína játtan til friðarvarðveitandi deildirnar hjá ST, og eisini til umhvørvisætlaninar, sum stovnurin arbeiðir við og til barnahjálpina, sum stovnurin stendur fyri.


























