Søkja eftir nýggjum stjóra til Vága floghavn

Søkja eftir nýggjum stjóra til Vága floghavn
 
02.01.2018 - 13:08

Vága floghavn fer nú at søkja eftir nýggjum stjóra.

Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága floghavn, sigur, at søkt verður eftir nýggjum stjóra í vikuni, og umsóknarfreistin verður 1. februar.

Starvið verður ikki áramálssett.

Síðani Jákup Sverri Kass fór úr starvinum sum stjóri á flogvøllinum í november, hevur Evy Jacobsen verið virkandi stjóri. Evy Jacobsen situr eisini í nevndini fyri Vága floghavn.

Aftur met

Ferðafólkatalið í Vágum setti aftur met í fjør.

Tilsamans komu og fóru 341.400 fólk um flogvøllin. Longu í oktober fór ferðafólkatalið upp um 300.000.

Í fyrraárið komu og fóru 292.400 fólk um flogvøllin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762