Rættarmálið móti Eikmonnunum byrjar hálvan januar

bannari
Rættarmálið móti Eikmonnunum byrjar hálvan januar
Tíð er sett av til august næsta ár
Sakarkravið móti teimum fimm stevndu er 150 mió. kr.
 
03.01.2018 - 08:01

Mánadagin 15.januar byrjar rættamálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í Eik banka. Viðgerðin í Føroya rætti endar ikki fyrr enn í august næsta ár.

Fíggjarligt støðufesti stevnir eftir 150 milliónum krónum. Teir saksøktu fara at krevja frídøming, tá málið kemur í rættin.

Nógvir dagar

Rættarfundir vera mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku. 130 dagar eru settir av í ár, og nakrir dagar í 2019 eru eisini settir av, um brúk verður fyri teimum. 

Fíggjarligt støðufesti stevndi á sumri 2016 Frithleifi Olsen, nevndarformanni í Eik, Odd Bjellvåg, næstformanni, Marneri Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra og Hans Laksá, grannskoðara.

Í minsta lagi 140 vitni skula avhoyrast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542