Eiga at sleppa stevningini móti grannskoðanini

bannari
Eiga at sleppa stevningini móti grannskoðanini
Fíggjarligt Støðufesti eigur at sleppa stevningini móti granskoðanini í Eik-rættarmálinum, heldur Anne Buhl Bjelke, advokatur hjá Hans laksá og Nota
Advokaturin hjá Hans Laksá og Nota heldur, at Fíggjarligt Støðufesti eigur at sleppa stevningini móti teimum
 
20.01.2018 - 12:19

Onki grundarlag er fyri einum rættarmáli móti grannskoðanini. Tað sigur Anne Buhl Bjelke, advokatur hjá grannskoðaranum, Hans Laksá og grannskoðaravirkinum, Nota.

Anne Buhl Bjelke sigur, at kanningar, sum eru gjørdar í málinum vísa, at grannskoðanin onki skeivt hevur gjørt. Tí er tað skeivt at brúka pengar og orku til hetta rættarmálið móti grannskoðanini.

- Fíggjarligt Støðufesti hevur sjálvt fingið eina óhefta meting av arbeiðnum hjá grannskoðaranum, sum er gjørd av tveimum royndum serfrøðingum. Teir hava skrivað eina fráboðan, sum er meir enn 100 síður. Ikki eina tí einastu ferð hava grannskoðararnir kunna víst á atfinningar av arbeiðnum hjá grannskoðarunum hjá Eik Banka, sigur Anne Buhl Bjelke.

Anne Buhl Bjelke vísir eisini á, at í málinum móti Roskilde Bank var grannskoðarin eisini stevndur. Dómurin fríkendi tó bæði bankan og grannskoðarin. Fíggjarligt Støðufesti hevur kært tann dómin móti bankanum, men ikki móti grannskoðanini. Hetta metur Anne Buhl Bjelke sum eina greiða ábending um, at Fíggjarligt Støðufesti hevur góðtikið, at grannskoðararnir ikki kunna ábyrdast fyri støðuna í kollsilgdu bankunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375