Framvegis rokfiskiskapur hjá á Flemish Cap

Framvegis rokfiskiskapur hjá á Flemish Cap
Skipini fáa so nógvan tosk sum tey klára at frysta. Kvotan minkar skjótt.
Ågot úr Klaksvík er millum tey fimm føroysku línufrystiskipini á Flemish Cap.
 
25.01.2018 - 12:50

Toskafiskiskapurin hjá teimum fimm línuskipunum, sum eru á Flemish Cap, er framvegis sera góður.

Tey fáa millum 23 og 30 tons av rundum um dagin, ella so nógv, sum tey klára at frysta, upplýsir Vørn.

Í gjár vóru góð 900 tons eftir av kvotuni, sum er 2491 tons.

Øll hava landað

Øll skipini hava verið inni í Bay Roberts í Nýfundlandi og landað. Higar eru okkurt um 300 fjórðingar at sigla av fiskileið.

Fiskurin skal til Føroya, so hann fer í bingjum við farmaskipi til Føroya úr Bay Roberts. 

Átta loyvi eru latin at fiska við línu á Flemish Cap, men har eru fimm føroysk línuskip, Klakkur, Eivind, Kambur, Ågot og Stapin. Tey frysta toskin umborð.

Trolarin Ran er eisini vestanfyri við Nýfundland. Hann fiskar svartkalva, og fiskiskapurin hjá honum er eisini góður, hann fær 15 tons um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098