Hummaramenn mist milliónir

Hummaramenn mist milliónir
Hummaramenn hava mist góðar 46,7 mió. kr. frá 2001 til 2016, tí laksaaling er loyvd í firðum og sundum, har teir hava loyvi at fiska hummara.
 
12.02.2018 - 10:23

Tað er ikki óhugsandi, at farið verður í rættin við kravi um endurgjald. 

Tað sigur Hummarafelagið í viðmerking um nýggj alilógina, sum er til viðgerðar í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

Frá 1982 til 2000, tá litil og eingin aling var, vórðu í miðal góð 10,6 prosent av hummarakvotuni ikki fiskað.

Síðani 2000 eru sløk 42 prosent ikki fiskað, sigur Hummarafelagið.

Talan er um sjey støð, sum loyvi er givið til at ala og fiska hummara.

Hummarafelagið sigur, at laksaalingin er til stóran ampa fyri hummaraveiðuna, millum annað tí hon dálkar illa. 

Hummarafelagið sigur, at hummaraveiðan var fyrst á teimum sjey firðunum og sundunum.

Alifeløgini eru komin hagar seinni.

Hummarafelagið heldur ikki, at landstýrið kann útluta sama øki fleiri ferðir til ymisk áhugamál, uttan at lata teimum  endurgjald, sum vóru har frammanundan. 

Vinnunevndin fer at viðgera uppskotið um alilóg í morgin.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424